So skal Berlin takast

Mona Simonsen og Pauli Ø. Mohr eru komin afturat, sum teir báðir føroysku svimjarar, ið út yvir Pál hava klárað bestu tíðir í tíðarskeiðnum 1. september til 1. november. Hartil hevur Suðuroyar Svimjifelag sent Shailu millum Garðarnar sum liður í hennara fyrireiking til evropameistarastevnuna í Istanbul í desember.

 

Kappingin í Berlin verður um møguligt enn harðari, enn tann sum vit sóu í Moskva og Stockholm. Í 400 frí skal Pál nú umframt Glæsner, Colbertaldo og hinar eisini møta týska Paul Biedermann, sum eigur heimsmetið á langgeil og evropeiska metið á stuttgeil, og sum í Rom í summar gjørdist heimsmeitari á teininum.

Í 1500 frí skal hann umframt europameistaran Colbertaldo møta eisini tunesiska Oussama Mellouli, sum varð heimsmeistari á teininum í Rom í summar, og sum í fjør vann 1500 frí á 6 út av 7 World Cup stevnum - í Belo Horisonte, í Durban, Sydney, Singapore, Moskva og Stockholm - fyri síðani í Berlin at melda frá vegna skaða. Mellouli hevur ikki svomið World Cup stevnur í ár, og er tí avgjørt ein ?dark horse? í kappingini.

 

Fyri hinir føroyingar kann kappingin tykjast øgilig, nú alt sum kann krúpa og ganga innan svimjing flokkast í Berlin. Til dømis eru teir 82 mans og 70 kvinnur undir føroysku metini í 100 frí, 71 mans og 60 kvinnur undir føroysku metini í 50 frí, og 16 kvinnur undir føroyska metið í 800 frí. Greinar sum annars eru sergreinar hjá Paula, Shailu og Monu, og sum tey øll vunnu heiðursmerki í á Oyggjaleikum í summar.