So skal aftur ruddast

Umhvørvi: Aftur í ár verður skipað fyri ruddingardøgum og Umhvørvisviku í næststørsta býi okkara, Klaksvík. – Vit vilja gera alt fyri at verja umhvørvið í økinum, sigur Hanna Dalsenni, ið er samskipari av umhvørvisarbeiðinum í Klaksvíkar kommunu.

Klaksvík: - Eftir herviligu ódnirnar í vetur er rættiliga nógv órudd sum liggur og sløðist her í býnum. Tað ætla vit at taka burtur hesar dagarnar, sigur hon.

Hesar seinastu dagarnar hevur hon havt úr at gera við at fyrireika árligu umhvørvisvikuna, sum verður í døgunum 30. apríl til 5. mai.

Nógv skal gerast frá kommununar síðu, men ætlanin er somuleiðis at fáa uppaftur fleiri fólk at taka lut í hesum týðandi arbeiði.

Undanfarin ár hava fólk í hópatali gjørt hetta, men í ár er ætlanin at gera eitt eyka tak í hesum umfari: Ætlanin er at bjóða øllum til ein fund at tosa um, hvussu ein best kann verja nærumhvørvið í býnum.

Hesin fundur verður í kvøld í býráðshøllini í Klaksvík, har vónað verður, at nógv fólk fara at koma.

- Ja, vit vilja bjóða øllum áhugaðum og øllum eldsálum at fyrireika hesa árligu umhvørvisvikuna, sigur Hanna Dalsenni.

Á fundinum verða eisini fleiri framløgur um týdningin av reinum umhvørvi í kommununi, og hvussu ein best kann fyribyrgja dálking.


Feløg

Ætlanin er at fáa enn fleiri ítróttarfeløg og onnur feløg út í náttúruna at rudda í hesi vikuni.

Sum vanligt ganga tey í býráðsumsitingini undan, og taka ein heilan dag úr álmannanakkanum har tey plaga at rudda fleiri av teimum støðunum, har nógv órudd er, millum annað á Borðoyavík.

Í mun til høvuðsstaðin hevur Klaksvík ikki tradisjón fyri teimum sonevndu eigarafeløgunum, sum her plaga at rudda sítt øki eina ferð um árið.

- Okkara býur er so mikið stórur, at vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at hjálpa til, soleiðis at vit røkka øll øki sigur Hanna Dalsenni.

Endamálið við øllum hesum er sjálvandi, at alt økið framvegis skal liva eftir orðafellinum: Reinur og fríður – Klaksvíkar býur. 




ALLAR STAÐIR

Árliga Umhvørvisvikan í døgunum 30. apríl til 5. mai verður ikki bert hildin í Klaksvík.

Ætlanin er sjálvandi at fáa allar hinar bygdirnar í stóru kommununi við í hetta týðandi arbeiðið.

Klaksvíkar kommuna fevnir jú eisini um millum annað hesar bygdir Trøllanes, Mikladalur, Svínoy og Norðoyri, og her er eisini ætlanin at fólk skulu rudda.

Tað vísir seg, at fólk eru rættiliga kreativ, tá talan er um at rudda sítt øki. Í onkrum støðum ger ein tað til ein hugnaligan dag, har ein tekur grillina fram og ger okkurt fyri allar aldursbólkar.