Tað óvanliga í hesum døgum er, at munur er á prísi á bensini og diesel hjá teimum báðum oljufeløgum. Annað hevur dýrari bensin, hitt dýrari diesel

So setti oljuprísurin aftur met í Føroyum

Í gjár løgdu bæði oljufeløgini nøkur oyru oman á oljuprísin, soleiðis at húsarhaldsoljan aftur í dag setir met

Tað óvanliga í hesum døgum er, at munur er á prísi á bensini og diesel hjá teimum báðum oljufeløgum. Annað hevur dýrari bensin, hitt dýrari diesel

Um middagsleitið í gjár hækkaði Effo oljuprísin, og á midnátt kunngjørdi Magn júst somu príshækking.

Ein litur av gassolju – ella húsarhaldsolju – kostar í dag 13 krónur og 31 oyru. Tað eru 13 oyru meira, enn hann kostaði í gjáramorgunin. 

Talan er um 28. prísbroyting síðani 24. februar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Ein litur av bensini kostar 15 krónur og 16 oyru hjá Effo, tað sama, sum hann hevur kostað seinastu vikuna, tá hann lækkaði 32 oyru úr 15,48 krónum niður í 15,16 krónur.

Hjá kappingarneytanum Magn hevur bensinið seinastu vikuna kosta 15,23 krónur, 7 oyru dýrari enn hjá Effo. 

Hinvegin hevur Effo nú hægri prís á diesel, enn Magn. Hjá Effo kostar ein litur av diesel 14 krónur og 5 oyru. Hjá Magn kostar hann 13 krónur og 99 oyru, ein prísmunur á 5 oyru.

Tað er sera óvanligt, at prísmunur er hjá feløgunum í meira enn ein dag, tá annað felagið tillagar prísin eftir hinum felagnum. Uppaftur meira óvanligt er tað, at oljufeløgini ikki hava felags prís á bensini og diesel í eina heila viku – og at tey ikki tillaga prísmunin, tá prísbroytingar verða gjørdar.

Støðan er so tann í dag, at annað oljufelagið hevur dýrari bensin, meðan hitt hevur dýrari diesel. Allir aðrir oljuprísir eru teir somu.

Síðani russisku innrásina í Ukraina er tað húsarhaldsoljan – gassoljan – sum er hækkað mest Føroyum. Hon er nú 47,9 prosent dýrari, enn hon var 24. februar. Bátadiesel er 45,7 prosent dýrari, diesel er 43,6 prosent dýrari, og bensinið – sum er hækkað minst, er nú 32 prosent dýrari, enn tað var 24. februar.

 

Tað óvanliga í hesum døgum er, at munur er á prísi á bensini og diesel hjá teimum báðum oljufeløgum. Annað hevur dýrari bensin, hitt dýrari diesel