Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
--------
- Hví eru tit ikki til arbeiðis?
Soleiðis spurdi Føroya løgmaður forhánisliga okkum mótmælisfólk, tá ið hann um tólv tíðina hósdagin fór spákandi úr løgtinginum oman móti gamla apoteki.
Um løgmaður ikki veit betur, so kann eg upplýsa, at fakfelagsarbeiði gjøgnum allar tíðir hevur fevnt vítt. Til dømis liggur nógv stríð aftan fyri skipaðu viðurskiftini, sum eru á arbeiðsmarkanðinum í dag, eins og at lønarhækkingar og frítíð ikki eru nakað, sum er komið av sær sjálvum.
Tað, sum hevur merkt tíðina undan okkum, er, at fólk hava staðið saman um og ynskt at byggja upp eitt samhaldsfast samfelag. Samgongan sær út til at ætla sær at broyta hetta. Tað er tí, at vit fakfelagsfólk gera okkara skyldu og ikki vilja geva okkum yvir.
At hava eitt samhaldsfast samfelag merkir, at øll, og tað vil jú siga hálønt, láglønt, alment lønt, privat lønt og sjófólk mugu gjalda kostnaðin av at reka hetta samfelagið. Tað hevur við øðrum orðum sera stóran týdning, at øll bera byrðar eftir førimuni. Tí má løgmaður skilja, at tað ikki er skynsamt at seta ætlaðu flatskattaskipanina í verk. At samgongan so enntá dittar sær at fíggja skattalættan til NØKUR FÁ vælbjargað við at gera inntriv í pensjónsinngjøldini hjá ØLLUM føroyingum er at fara um mark.
Vit tosa við nógv fólk hvønn dag og skilja á teimum, at ætlanirnar hjá samgonguni um at avlaga samhaldsfasta samfelagið við at skapa størri mun á ríkum og minni ríkum, er ikki fólksins vilji.
Arbeiðið hjá fakfelagsfólkunum er so statt í løtuni merkt av, at stríðst verður fyri at varðveita samhaldsfasta samfelagið, Føroyar. Legg tær tað í geyma, Kaj Leo Holm Johannesen.










