So sannførandi var Sveis

Gestirnir á Tórsvølli høvdu 70% av spælinum og yvir 700 avleveringar.

Tað var einki at taka seg aftur í, at sveisiska landsliðið var yvirlegið Tórsvølli í kvøld, tá ið teir tryggjaðu sær ein 2-0-sigur ímóti Føroyum, sum ein stóran part av dystinum rann aftaná.


Les eisini: - Tað betra liðið vann


Samanteljingin á heimasíðuni hjá UEFA vísir, at Sveis hevði seks skot á mál, meðan Føroyar einki hevði. Í hornaspørkum var Sveis eisini greitt omaná, nevniliga 7-0.


Sveis hevði 70% av spælinum, og 647 av teirra 728 avleveringum funnu leiðina fram til viðleikararnar. Føroyar høvdu 250 avleveringar, og av teimum sótu 184.