So samráðast Ísland og ES

Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum samtyktu í gjár, at samráðingarnar við Ísland um limaskap í samveldinum kunnu byrja nú. Fyrsti fundurin millum partarnar er longu í dag, og gongst sum ætlað, kunnu íslendingar gerast ES-borgarar um várið í 2012. Tá hevur Danmark formansskapin í ES.

Vanliga tekur tað einum landi fleiri ár at fáa limaskap í ES, men Ísland hevur tann fyrimun, at landið er í EBS-samstarvinum, sum umfatar innara marknaðin hjá ES, og harafturat er landið við í Schengen-samstarvinum.

Eygleiðarar vænta, at spurningurin um Icesave-bankan kann blíva ein av trupulleikunum í samráðingunum. Bretland og Niðurlond hava kravt nógvar milliardir krónur frá íslendingum, sum teirra borgarar mistu, tá bankin fór av knóranum.

Tá samráðingarnar eru lidnar, verður fólkaatkvøða í Íslandi um limaskap.