Paul Watson er nú farin aftur úr Nólsoyarfirði og er á veg suðureftir. Hann kom norðanífrá gjøgnum Djúpini og suður í Nólsoyarfjørð. Sjóverjuskipið Tjaldrið elti hann alla tíðina. Brimil stendur á beding í Havn. Men danska verjuskipið Hvidbjørnin, sum var á veg suðureftir, kúvendi og stevndi aftur í Nólsoyarfjørð, sæst á Fishfacts.fo.
Dramatikkurin er helst av nú, og meira verður helst ikki gjørt við málið, uttan tað, at fútin sendir Paul Watson eina bót fyri at hava brotið bannið hann hevði at koma í føroyskan sjógv.











