So rullar kurvabólturin aftur

Ravnur av Toftum hevur vunnið allar dystirnar higartil

Føroyska landskappingin í kurvabólti er nú í gongd, eftir ein vetrarsteðg. Fyrsti dystur í árinum verður spældur leygardagin í skúlanum við Løgmannabreyt. Dysturin, sum byrjar klokkan 13, er millum havnarliðini Sporðdrekan og Hamar. Hamar vann fyrru grannauppgerðina millum liðini 64-58, eftir tættan og spennandi dyst.

 

Oddalið í landskappingini er Ravnur av Toftum, sum hevur vunnið allar sínar tríggjar dystir higartil. Í fyrsta dystinum vunnu teir 78-74 á Hamar, eftir ikki færri enn tríggjar ferðir longda leiktíð. Í kurvabólti kann ein dystur ikki enda við javnleiki.

 

Ravnur vann síðani 61-50 á Sporðdrekanum, áðrenn Hamar aftur lá eftirá í tøttum dysti, ið endaði 70-65. Tað eru eins og í fjør, trý lið í bestu deildini í kurvabólti. Vónin er at fleiri lið fáa fótin fyri seg.

 

Samlaða støðan er nú:

Lið                 Dystur           Mál munir     Stig

Ravnur          3                    20                  3

Hamar           3                    -6                  1

Sporðdrekin  2                    -17                0