So reyk gekkurin

Gekkurin endaði á nýggja camping-økinum við Gjógv, har Jóngerð Næs var á ferð

 

 

Seinastu nógvu vikurnar er spenningurin bara øktur, so hvørt sum høvuðsvinningurin í Gekkinum er øktur.

 

Í kvøld var upphæddin komin upp á 900.000 krónur, men hesa ferð fór potturin í fyrstu royndini. Hepni vinnarin eitur Jóngerð Næs, og hon gjørdi púrasta rætt í at velja reyða leypin, áðrenn hon snaraði hjólinum.

 

 

Nú stóri potturin er vunnin, verður høvuðsvinningurin í Gekkinum næstu ferð 100.000 krónur.