So reyk bensinið væl upp um 15 krónur

Orkuprísinirnir hava nú aftur sett met, tá Effo í gjár legði 32 oyru oman á liturprísin á bensini

Fyri triðju ferð í hesum mánaðinum hækkaðu prísirnir á olju og bensini í gjár.

 

Hjá Effo kostar ein litur av bensini nú 15 krónur og 23 oyru, sum er met.

 

Ein litur av diesel kostar 13 krónur og 49 oyru, og ein litur av gassolju – húsarhaldsolju – kostar nú 12 krónur 63 oyru, sum eisini eru metprísir.

 

Hetta er 25. prísbroytingin síðani 24. februar í ár, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, og 17. príshækkingin.

 

Hjá Magn eru prísirnir ikki broyttir síðani mikudagin. Har kostar ein litur av bensini 14 krónur og 81 oyru, ein litur av diesel 13 krónur og 49 oyru og ein litur av húsahaldsolju 12 krónur og 63 oyru.

 

So nógv eru prísirnir hækkaðir síðani 24. februar:

 

  • Bensin: 32 prosent
  • Diesel: 38,5 prosent
  • Gassolja: 40,3 prosent

 

Niðanfyri síggjast 25 prísbroytingar síðani 24. februar í ár:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##