Komið er væl ávegis við byggingini av nýggju býráðshúsunum í Norðragøtu, men enn er ikki komið á mál, og enn fer tað at taka nakrar mánaðir, til byggingin er liðug, og klárt verður at flyta inn.
Í dag, tá In.fo var framvið, reyk úr skorsteininum, og sum vit hava skilt, verður nú brent fyri at fáa hita í bygningin, soleiðis at ráligheitin fer úr bygninginum. Hetta er tó ikki tann endaligi hitin.
Tað er byggifelagið KBH á Toftum, sum byggir serstøku býráðshúsini í Norðragøtu, og tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað og sum hevur eftirlit við arbeiðnum. Fleiri undirveitarar eru eisini við í hesi verkætlan.
Tá betongarbeiðið varð liðugt, varð farið í holt við at montera stálkonstruktiónina, sum er berandi grindin í byggiarbeiðnum. Eftir tað vórðu stálkasettir - ella stálplátur - lagdar oman yvir sum tekja.
Stálkasettirnar eru bjálvaðar omaná við harðari bjálving á 200 mm. Síðan er gummidúkur lagdur oman yvir bjálvingina. Alt er síðan við longum skrúvum skrúvað niður í stálkasettirnar.
Omaná aftur gummidúkin skal leggjast flag, soleiðis at bygningurin fær flagtekju. Oman á tekjuni verður bygd ein “brúgv”, soleiðis at gangast kann tvørtur um ánna eftir tekjuni.
Brúgvin, sum verður 1,40 metrar breið, verður bygd, soleiðis at fólk ikki sleppa út á tekjuna av brúnni.
Býráðshúsini hjá Eysturkommunu, sum fara at kosta umleið 20 miljónir krónur, verða tilsamans 575 fermetrar stór, og alt verður bygt í einari hædd.