Evan Spiegel og Bobby Murphy fingu fyri seks árum síðani eitt genialt hugskot. Teir funnu uppá ein sosialan miðil, sum kundi binda fólk saman við stuttum videoupptøkum, myndum og kjatti.
Snapchat er blivin ein heimsumfatandi suksé, eftir at serliga ungfók tóku miðilin til sín.
Tíðarritið Forbes metir, at Snapchat er vert umleið 125 milliardir krónur. Teir báðir stovnararnir eiga í løtuni 22 prosent hvør av felagnum, og tað merkir, at teir eru góðir fyri 28 milliardir krónur hvør.
Nú er ætlanin at Snapchat fer á partabrævamarknaðin, og tá verður roknað við, at virðið á fyritøkuni fer at vaksa enn meira.