So punkteraði EB/Streymur

Við 20 minuttum eftir av seinna dystinum tykist EB/Streymur hava mist ondina.

Eftir at vertirnir annars misnýttu brotsspark stutt eftir steðgin, hava finsku gestirnir tikið alt meira yvir. Og nú hava teir eisini køvt vónina hjá heimaliðnum.

Hetta hendi, tá teir spældu upp í høgru, áðrenn bólturin varð sendir inn í brotsteigin, har áleypari skeyt hart og flatt í meskarnar handan René Tórgarð.