Chelsea boðaði fyrr í dag frá, at José Mourinho ikki longur er venjari í felagnum, og í sama skrivið varð víst á, at talan var um eina avgerð, sum felagið og Mourinho vóru samd um. Tað hevur tó neyvan verið ókeypis hjá felagnum at fáa Mourinho við upp á hesa avgerð.
Fleiri enskir miðlar skriva í dag, at José Mourinho hevði eina treyt í sáttmálanum, sum segði, at hann skuldi fáa eitt árs løn endurrindað, um hann varð loystur úr starvi. Miðlarnir meta, at Roman Abramovich, Chelsea-eigari, tískil hevur rindað honum uml. 100 mió. kr.
Hóast talan er um eina stóra upphædd, ið felagið nú má av við, so sparir tað felagnum fyri aðrar 250 mió. kr., sum José Mourinho hevði rætt til at fáa, um hann hevði sitið sum venjari restina av sáttmálatíðarskeiðnum.