So nógvan skattalætta fáa láginntøkurnar

Tað verður gjørt við at lækka botnfrádráttin í kommunuskattinum

Tað verður gjørt við at lækka botnfrádráttin í kommunuskattinum

 

Láginntøkur fáa frá 1. januar komandi 700 krónur í skattalætta. Sum in.fo skilir verður hetta gjørt við at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Men tað verða ikki kommunurnar, sum svíða fyri mistu skattainntøkurnar, tí tær fáa endurgjald frá landinum.

 

Tá landsstýrið tosar um »láginntøkur« verður hugsað um ársinntøkur upp til 250.000 krónur.

 

Landið skal so hava fleiri pengar, eitt nú við flutningsavgjaldinum, sum annaðhvørt verður lagt á brennievni til bilar ella yvir vegskattin. Eisini verður eitt grundgjald lagt á alivinnuna og gjald fyri fiskirættindini.