So nógva tíð brúka fólk á Facebook

Facebook hevur kunngjørt, hvussu leingi fólk í miðal eru á sosiala miðlinum um dagin

Facebook hevur oman fyri eina miliard brúkar kring allan heimin, og munur er á, hvussu fólk brúka Facebook.

Men í miðal eru fólk í 46 minuttir um dagin inni á Facebook. Hetta vísir kanning, sum Facebook sjálvt hevur gjørt.

Í USA er Facebook so stórt og sterk, at tá fólk brúka snildfonir, brúka tey ein av hvørjum fimm minuttum til Facebook.


Tølini hjá Facebook vísa eisini, at 450 milliónir fólk brúka tænastuna ”Tiltøk” hvønn mánað, og 850 milliónir fólk eru við í einum ella fleiri bólkum á Facebook.