Koppsetingarbólkurin metir, at tað skulu umleið 84.000 koppsetingar gerast fyri at fáa flokkverju ímóti covid-19 í Føroyum.
Tilsamans eru 57.501 koppsetingar gjørdar higartil. Tað vil siga, at nú mangla umleið 26.500 prik.
Heilsuverkið hevur sett sær sum mál, at 7-8.000 koppsetingar verða gjørdar um vikuna næstu tíðina, og farnu vikuna eru umleið 7.000 koppsetingar gjørdar.
Í løtuni er ovmikið av koppingarevni til, nóg mikið av starvsfólk eru at koppseta, og nógvar tøkar tíðir eru, men nú gongur ikki eins væl at fáa fólk at lata seg koppseta.
Mánadagin heittu bæði landslæknin og koronuráðgevin hjá Heilsumálaráðnum á fólk um at lata seg koppseta. Tekin vóru um, at fólk í summum aldursbólkum – serliga tey ungu og tey yvir 60 ár – ikki hava latið seg koppseta í nóg stóran mun.
Sambært sonevnda koppsetingarkalendaranum kann koppsetingin verða komin á mál síðst í august mánaði.











