Yvir 90 prosent av allari játtanini til eldrarøkt og heimahjálp, fara beinleiðis til brúkaran og sløk 10 prosent verða brúkt til leiðslu.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Heilt nógv kjak, hvussu nógv tað kostar at umsita heimahjálpina og eldrarøktina. Og eitt páhald, sum javnan verður endurtikið, er, at ein orsøk til, at tað er neyðugt at gera so stórar sparingar á ellisheimum, sambýlum og í heimahjálpunum, er, at umsitingin etur ein stóran part upp.
Tí hevur Kristianna Winther Poulsen, sum var varalimur á tingi fyri stuttum, spurt landsstýriskvinnuna um hesi viðurskifti.
Annika Olsen sigur, at av tí, at allar kontur eru samantvinnaðar, er tað torført at gera roknistykkið upp nágreiniliga.
Men í Almannamálaráðnum halda tey, at besta myndin fæst við at rokna út, hvussu nógvir tímar verða brúktir til umsiting, leiðslu og røkt
Annika Olsen upplýsir, at tilsamans hevur alt økið fingið góðar 130 milliónir á fíggjarlógini í ár.
Av hesum fara 7,7 prosent til leiðarar og eini 2 prosent til umsiting. Umsitingin fevnir um bókhald og annað skrivstovuarbeiði.
Men her er sjálv miðfyrisitingin ikki tikin við.
Hinvegin verða 90,3 prosent av játtanini brúkt til starvsfólk, sum arbeiða við beinleiðis røkt og tænastum.










