Seinastu árini hevur franski miðvallarin, 22 ára gamli Paul Pogba, tikið risa fet í altjóða fótbóltsheiminum, og hevur hann ment seg til ein av heimsins bestu á sínum plássi. Í løtuni spælir hann við Juventus, men stendur tað til FC Barcelona, so spælir hann ikki har leingi afturat.
Nú er nevniliga komið fram, at umboð fyri Juventus og Barcelona hittust fyri at tosa um júst Paul Pogba. Barcelona vil keypa leikaran, og buðu teir heili 600 milliónir fronsku stjørnuna. Men sjálvt ikki 600 milliónir er nóg mikið fyri Pogba. Umboðsmaður fyri Juventus, Giuseppe Marotta, sigur soleiðis í viðmerking við spanska Football Espana:
- Barcelona vil keypa Pogba fyri 600 milliónir, men vit vilja ikki selja Pogba óansæð hvat teir bjóða, staðfestir Marotta.