Higartil hevur landskassin goldið privatum fyritøkum 96 milliónir krónur fyri at kanna fólk fyri koronu, og fyri at greina koronukanningar. Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri Løgtinginum. Tað er fyrst og fremst Thetis, sum hevur fingið nógv tað størsta gjaldið, upp ímóti 90 prosent, men eisini Smyri Line hevur fingið eitt sindur.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, reisti málið í Løgtinginum í morgun og í hesum sambandi vildi hann hava at vita, hví ein partur av gjaldinum, , ikki er brúktur til at at menna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Sjúkrahúsverkið á hesum øki, so at tey vóru betri før fyri at taka ímóti teimum farsóttum, sum fara at koma.
Hann spurdi eisini landsstýrismannin hvat hevði tað kostað at latið sjúkrahúsverkið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni gjørt allar hesar kanningarnar. Hetta hevði verið ein viðurkenning av starvsfólkunum í sjúkrahúsverkinum, og tað hevði verið ein íløga í framtíðína, sum so eisini kundi gagnað arbeiðnum at granska og kanna umfarssjúkur sum heild, bæði hjá menniskjum og djórum.
Høgni Hoydal sigur, at tað sær ikki út til at nøkur politisk ætlan hevur verið fyri, hvussu peningurin er brúktur.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er gagnligt, at Sjúkrahúsverkið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur orku til alt slíkt kanningararbeiði og tí tekur hann undir við, at heilsuverkið verður ment til endamálið. Hann sigur, at støða varð tikin at taka privatar fyritøkur upp í arbeiðið og tað var fyri at byggja kapasitetin upp av álvara.
Tað er eisini ein spurningur, hvussu stóra orku, sjúkrahúsverkið skal brúka upp á at kanna frísk fólk, heldur landsstýrismaðurin. Annars upplýsti hann, at landskassin hevur goldið privatum 96 milliónir fyri at kanna fólk fyri koronu, og at greina koronu.
Høgni Hoydal heldur, at høvdu Sjúkrahúsverkið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið sjey milliónir til íløgur, høvdu vit fingu ein topp – modernaða tilbúgving so at vit stóðu upp aftur betri brynjað til at taka ímóti komandi farsóttum.