So nógv fólk stukku inn at koppseta seg

Leygardagin royndi Landssjúkrahúsið á fyrsta sinni sonevnda støkk inn koppseting

Sjúkrahúsverkið er nú farið undir nýtt átak fyri at skunda undir koppsetingina fyri covid-19, sum hevur mist ferðina seinastu vikuna.

 

Tey trý sjúkrahúsini bjóða nú fólki at koma beinleiðis inn av gøtuni at lata seg koppseta uttan bílegging av tíð frammanundan.

 

Landssjúkrahúsið hevði støkk inn koppseting, tey kalla, leygardagin, og sambært Kringvarpinum lótu 83 fólk seg koppseta eftir hesari skipan.

 

Støkk inn koppseting verður aftur í dag, og nú verður hendan koppseting á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum.

 

Vanliga skipanin við at bíleggja sær koppsetingartíð heldur fram óávirkað av støkk inn koppsetingunum.

 

Støkk inn koppsetingar verða soleiðis í dag:

 

 

 

Á Landssjúkrahúsinum

Mánadagin 19. juli kl. 18.30-19.30

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Mánadagin 19. juli kl. 17.00-18.00

 

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Mánadagin 19. juli kl. 15.30-16.30

 

Hevur tú fingið fyrra prikið, er tað ein treyt, at 21 dagar eru farnir, innan tú kanst fáa seinna prikið.