Almennar fyritølur eru ymiskar og tí eigur stjóralønin eisini at vera ymisk. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað elvdi til nakað av umrøðu, tá ið tað kom fram í ljósið, hvussu høga løn stjórin í Posta fær. Tað fekk Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, at spyrja landsstýrismannin, hví stjórin á Posta fekk eina lønarhækking í fjør upp á 184.000 krónur, ella 12,5 prosent.
Hon vil eisini hava at vita, um lønin hjá stjóranum í Posta, sum er góðar 1,7 milliónir um árið, samsvarar við lønina hjá stjórum í øðrum almennum partafeløgum. Uni Rasmussen sigur, at tá ið stjórin í Posta varð settur í 2011, varð avtala gjørd um, at hann skuldi fáa 86.000 krónur í løn um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn. Harafturat varð ein bonusskipan avtalað, sum hevði samband við arbeiðið at fáa lønsemi í Posta.
Nevndin sigur, at nú hevur grundlønin hjá stjóranum verið óbroytt í tíggju ár. Tískil varð grundlønin hækkað 8,14 prosent í fjør. Bonus-gjaldið varð broytt soleiðis, at tað nú er tengt at rakstrarúrslitinum og úrslitinum fyri skatt. Hesi somu tíggju árini hækkaðu lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum umleið 19 prosent.
– Landsfyritøkur eiga at vísa varsemi, tá ið avtalur um bonus verða gjørdar, sigur Uni Rasmussen. Hann sigur, at serliga hevur tað týdning, at avtalurnar gagna langtíðarmálum hjá fyritøkuni og virka fyri, at fyritøkan stendur sterkari í framtíðini. Tá ið eitt tíðarskeið er liðið, eigur at verða eftirmett, um gjaldið stendur mát við tey avrik, sum stjórin hevur ávirkan á. Hesi seinastu árini hevur Posta verið fyri stórum broytingum, og tað er nútímansgjørt so tað munar. Avtalur um bonus eru serliga viðkomandi í slíkum støðum, heldur landsstýrismaðurin. Tað er ábyrgdin hjá nevndini at áseta samsýningina hjá stjóranum soleiðis, at lønin, sum heild, stendur mát við avrikið.
Uni Rasmussen staðfestir, at tað er nevndin í felagnum, sum ásetir stjóralønina. Í fjør var grundlønin hjá stjóranum á Posta, 1.283.405,52 krónur. Harumframt hann 377.674,48 í bonus. Lønin er sett eftir, hvussu stór fyritøkan er, hvussu stóra ábyrgd stjórin hevur, og hvussu fjølbroytt virksemið er. Feløgini hjá landinum eru ymisk, og tí eiga stjóralønirnar eisini at vera ymiskar, sigur landsstýrismaðurin.
Stjóralønirnar í teimum partafeløgum, ið hoyra undir málsøkið hjá landsstýrismanninum eru hesar: Sí talvuna niðan fyri
##med2##
Lønin er fyri roknskaparárið 2021. Upphæddin er íroknað áeggjanarviðurgjald, sum bonus eitur á føroyskum, og eftirløn. Einans partafeløg, sum landið eigur 100 prosent, eru tald við.