So nógv eru prísirnir í Føroyum hækkaðir hetta seinasta árið

Tað er serliga ein prísur, sum er farin til himmals, og sum kostar føroysku familjunum dýrt  

Hetta seinasta árið er tað, sum heild, vorðið 4,4 prosent dýrari at liva í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at talan er um størstu príshækkingar síðani alheims fíggjarkreppuna í 2009.

 

 Men verður hugt eftir prísvøkstrinum frá seinasta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, eru prísirnir hækkaðir 2,3 prosent og so stór hevur príshækkingin ongantið áður verið ímillum tveir ársfjórðingar. Ímillum annan og triðja ársfjórðing í 2008, beint undan alheims fíggjarkreppuni, hækkaðu prísirnir 2,2 prosent. 

 

Men tað er serliga ein prísur, sum er farin til himmals, og sum ger, at tað er nógv dýrari at vera føroyingur nú enn tað var fyri einum árum síðani. Og tað er prísurin fyri at hava tak yvir høvdið. Hagstovan sigur, at nú eru útreiðslurnar til býli heili 14,3 prosent hægri enn teir vóru fyri einum ári síðani.

 

##med2##

 

Hetta er ein rættiliga stór útreiðsla hjá einum húsarhaldi og tískil hevur hetta stóran týdning, tá ið prísvøksturin verður roknaður út. Og í hesum sambandi er tað serliga oljuprísurin, sum er nógv hækkaður. Prísurin á húsarhaldsolju er hækkaður samfull 40 prosent hetta seinasta árið, men prísurin á tilfari til viðlíkahald av bústøðum er eisini hækkaður nógv.

 

Prísirnir á bensini og diesel er eisini nógv hækkaður, men eisini prísirnir á húsbúnaði, húsarhaldstólum, samskifti og klædnavørum og skóm og stivlum, eru hækkaðir ímillum 3,9 og 5,4 prosent. Men á øðrum økjum hevur príshækkingin verið sámuligari og tilsamans er altso talan um eina hækking upp á 4,4 prosent hetta seinasta árið.

 

Her skal kortini viðmerkjast, at prísirnir eru gjørdir upp mitt í februar, ella beint áðrenn russisku innrásini í Ukraina.

 

##med3##

 

Prísirnir í Føroyum fylgja rættiliga væl prísunum í restini av Evropa

Gongdin í Føroyum líkist gongdini í ES