Næsta ár fer tað at vera 10 prosent dýrari at eiga bil, enn tað er ídag.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka vektgjaldið, sum er eitt fast gjald, sum verður rindað, sama um bilurin verður brúktur, ella stendur parkeraður alt árið.
Kristina Háfoss sigur, at ætlanin er, at næsta ár skal vegskatturin verða 10 prosent hægri, enna hann er í dag.
Tilsamans fer hetta at geva landskassanum 10 milliónir krónur í inntøku afturat.
Men samstundis skal vektgjaldið, sum er lagt á el drivnar bilar, verður lækkað nakað fyri at gera tað fíggjarliga meira áhugavert at hava el drivnar bilar.
Kristina Háfosssigur, at tíðin hevur verið so knøpp, at tey hava ikki havt stundir til at senda uppskotið til hoyringar nakrastaðni.