Komandi vikuna fáa vit sum frá líður aftur køligari veður av norðanætt.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn av og á og hitin millum 5 og 8 stig. Í kvøld og nátt makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, av eystri, sum snarar í ein landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin um 5 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin um 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður nógvastaðni og hitin niður í 4 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein norðan og útnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og eitt sindur av regni ella ælaveðri, og hitin um 7 stg. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, og hitin fellur niður í 4 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður, partvís vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 2 hitastig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður og partvís vátaslettingur og kavi. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 2 hitastig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sól og ælaveður, parvís við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.