So nærkast vit aftur nullinum

Bert ein persónur er smittaður við koronu nú - so skjótt kunnu Føroyar kanska blíva koronufríar aftur

Nú gongur aftur rætta vegin viðvíkjandi koronustøðuni í Føroyum. Um góða gongdin heldur fram, so eru Føroyar skjótt koronafríar - enn einaferð. Tað hava vit eftir hondini roynt nakrar ferðir, og seinast var síðst í februar. Men tað helt ikki í nógvar dagar, og so vóru trý smittað.

Men nú eru tveir av hesum koronusjúklingunum blivnir frískir aftur, vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum, so nú er tað vónandi bert ein spurningur um tíð, áðrenn talið aftur er á null.

194 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar, og eingin tilburður varð staðfestur. Tilsamans eru gjørdar 237.091 kanningar.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 659 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.