Longu í sínum fyrsta ári, sum venjari í kvinnudeildini mundi Allan Dybczak farið allan vegin við liði sínum, B36. Liðið misti Eyðfríð Kristiansen longu í næsta dystinum í kappingarárinum. Hesin dysturin var ímóti NSÍ, sum seinni tók liðið úr kappingini. Men júst nakrir av bestu leikarunum hjá NSÍ leitaðu sær suður til Havnar at venja undir Allani. B36 fekk tilgongd av Heidi Sevdal, Heidi á Lakjuni og Sigrið Petersen. KÍ í sínum lagi fekk tilgongd úr EB/Streymi og AB, har ávikavist Doris í Garði Joensen og Olga Kristina Hansen styrktu um liðið hjá Føroyameistarunum. Hesi væl mannaðu liðini fylgdust til dyrnar, har málmunurin gjørdist einasti munurin, tá saman um kom. Og í endaliga roknskapinum máttu Allan og B36-kvinnurnar lúta. B36 hevði annars gullið í pottinum, í seinasta útidystinum ímóti KÍ. Tær løgdu seg á odda 2-0, og Allan helt sjálvur, at nú var tað heima! Men nei, Rannvá Andreassen skoraði til 2-1. Og júst tá Allan fer at kanna eftir hvussu dóttirin Ragnhild hevur tað í barnavogninum, hoyrir hann rómin frá KÍ-áskoðarunum. “Tað løtuna var gott at hava Ragnhild” sigur Allan sorgblíður. Ragnhild, sum fyllir 2 í desember eigur stórt rúm í lívinum hjá 33 ára gamla havnarmanninum. Hon hevur eisini verið ein maskottur hjá liðnum, og hevur verið við til nógvar dystir. Allan funderar: “KÍ skoraði ikki ímóti okkum í Gundadali. Vit skoraðu 3 ferðir ímóti teimum í Klaksvík. Og kortini gerast tær Føroyameistarar.” Jú hetta er beiskt at svølgja hjá nærlagda venjaranum. “Høvdu tær ikki havt Rannvá, høvdu vit definitivt vunnið FM!” undirstrikar Allan avgjørdur. Allan er tó fullvísur í, at fer Randi Wardum at standa í málinum hjá íslendsku meistarunum; Vali í 2008, so fer KÍ at missa fleiri stig, og møguleikin at bróta FM-monopolið er avgjørt til staðar tá.
Misti mammuna á ungum árum
Familjan hjá Allani er upprunaliga ein HB-familja. Mammubeiggjin Magni Dybczaj spældi í sínari tíð á besta liðnum hjá HB. 5 ára gamal fór Allan at venja við HB. Men har var hann bert í eina viku. Vinmennirnir spældu allir við B36, og Allan vildi verða har teir vóru. Allan spældi við B36 inntil 15 ára aldur, tá mamma hansara Maria gjørdist sjúk av krabbameini. Stutt eftir doyði mamman, og gjørdist hetta ein tung og døpur tíð hjá Allani og yngru systruni, sum bara var 4 ár. Allan kom ongantíð veruliga í gongd aftur at spæla fótbólt. Tá fótbóltur var á skránni, fyrstu árini eftir hetta, var tað bara hugnafótbóltur.
Unglingarnir fyrsta liðið
Árini gingu, og hann og vinmennirnir høvdu valt at spæla hugnafótbólt á við Fram í 4. deild. Ein dagin hann og vinmennirnir stuttleika sær í Gundadali rópar ein kend rødd á hann. Tað er Jacob Thomsen, sum var lærari í Kommunuskúlanum hjá Allani, í Ítrótti, fysik og støddfrøði. “Vit mangla venjarar í B36. Hevði tað verið nakað fyri teg?” spurdi sumbingurin beint fram. Allan tók av. Fyrsta liðið hann vandi vóru unglingarnir hjá B36. Teir vóru bara 6, sum vóru møttir fyrsta kvøldið Allan var venjari, men tá fór Allan at ringja runt fyri at fáa teir ungu til venjingarnar aftur. Tað eydnaðist at fáa ein rættuliga stóran hóp, og spæligleðin kom aftur í hópin. Liðið vann seg ikki víðari til endaumfarið, men vann á sær sjálvum. Allan hevði fingið blóð á tonna. Honum dámdi væl felagslívið, og vandi hann unglingarnar tvey tey fyrstu árini. Við árunum fekk hann meiri og meir at gera í B36, og hevur hann havt upp í 4 venjarastørv í B36, í einum kappingarári. Tað eina árið vandi hann bæði piltar B, smádreingir A, unglingar, umframt at verða yvirskipaður ungdómsvenjari í felagnum. Í 2007 hevur Allan vant bæði 1. Deild kvinnur, gentur 14-17 ár og unglingar. Allan vandi eisini greipuvinnarnar í dreingjadeildini, í 2005. Summir av hesum leikarum eru partur av Formulahópinum hjá B36 í dag. Her kunnu nevnast Jóan Pauli Jacobsen, Rúnar í Lon Jacobsen, Christian í Garði og Jóhan Ellingsgaard, sum Allan vónar at síggja aftur í B36, aftaná at hesin hevur verið úti á Argjum og leikt!
Gott við venjara í tvey ár
Allan fegnast um, at leiðslan í B36 hevur sett nýggja venjaran hjá Formulaliðnum; Heðin Askham fyri tvey ár. “Tá teir fyrr hava sett ein venjara fyri bara eitt ár. Hava teir signalerað, at teir satsa stuttskygt, og hugsa bara um tað árið!” sigur Allan avgjørdur, sum heldur tað verða ógvuliga stuttskygt bara at undirskriva eitt-ára sáttmálar. Allan vónar eisini, at fleiri av teimum ungu upprunaligu B36-leikarunum koma at mynda Formulahópin í framtíðini. Sjálvur er Allan ógvuliga avgjørdur um, at hann fer bara at venja eitt lið um árið í framtíðini: “Eg vil leggja alla mína orku í at venja eitt lið optimalt!”. Sjálvt um hann er ársins venjari í kvinnudeildini følir Allan, at hann hevði verið ein enn betri venjari, um hann hevði kunnað konsentrerað seg 100% um B36-kvinnurnar! Sjálvur hevur hann tó ikki endaliga avgreitt síni viðurskifti við B36. Hann vónar at verða partur av venjaratoyminum hjá B36 í 2008. Men enn eru ikki allir brikkarnir falnir uppá pláss.
Verið sjómaður
Yrkisleiðin hjá Allani hevur verið annað enn bara fótbóltur. Beint nú stríðist hann við HF á øðrum ári. Tá HF er liðugt fer hann antin á pedagogskúla úti á Frælsinum, ella fer hann niður at lesa. Hetta tekur hann støðu til um jólini. Allan varð sjómaður á yngri árum. Hann var við Vestmenningi í 1 ½ ár, og var 5 mánaðir undir Ný Fundlandi við Borðoyarnes. Allan hevur eisini arbeitt, sum netumsitari á Fiskirannsóknarstovuni. Allan hevur tó eitt sterkt ynski um at fáa UEFA-A venjaralisens. Hann hevur UEFA-B-venjaralisens, sum er. Men skal Allan fáa UEFA- A-lisensin innanborða krevur tað, at hann venur eitt vaksnamannalið, ella eitt av teimum eldru ungdómsliðunum. Og hann vónar til tað síðsta, at tað verður í B36!
Fakta:
Navn: Allan Dybczak
Bústaður: Kovalág 5 í Tórshavn
Barn: Ragnhild, skjótt 2 ár
Starv: HF-lesandi og fótbóltsvenjari
Felag: B36
Allan um átrúnað:
Um tú spurdi meg fyri einum ári síðani, so hevði eg uttan iva sagt, at tað spældi ein lítlan leiklut í mínum lívi. Fólk síggja tað nokk ikki á mær. Men sannleikin er, at Jesus fyllir nógv í mínum lívi í dag
Allan um FC Barcelona:
Eg síggji so nógvar dystir hjá FC Barcelona, sum tað ber til at síggja. Eg var púra burtur í dreymaliðnum hjá Johan Cruyff, sum leikti árini 1989-1994. Tá Guardiola, Sergi, Michael Laudrup, Stoichkov, Romario, Koeman, Nadal, og aðrir framúrskarandi tekniskir leikarar undirhildu allan heimin. Eg havi enntá kalla ein av mínum hundum “Barca”.
Allan um Føroyar sum eitt valdømi:
Politikkur hevur sum so ikki mín áhuga, hatta havi eg onga støðu til. Ella sagt við øðrum orðum: Tá tað kemur til politikk í Føroyum eri eg póllendingur (Allan er av pólskari ætt).
Allan um kvinnulandsliðið:
Kvinnulandsliðið verður ikki nóg nógv virt. Tað virkar sum FSF hevur eitt kvinnulandslið, fyri at kunna vísa á, at Føroyar hava eitt kvinnulandslið. Hevði FSF sloppið undan, høvdu teir óivað droppað kvinnulandsliðið. Tó haldi eg, at úrslitini hjá kvinnulandsliðnum eru heilt góð. Og ein hómar ein glotta við yngru landsliðunum.