Ongantíð áður hevur Norrøna havt so nógvar húsvognar, sum í ár. Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line sigur, at Ísland hevur bøtt um infrakervið til tess at gera støðuna hjá teimum, sum ferðast við húsvognum betur
Umstøðurnar eru batnaðar munandi seinastu tíggju árini. Sum myndin vísir, valfarta nógv fólk av meginlandinum til Íslands til tess at koyra runt í landinum í tvær ella tríggjar vikur. ? Alt fleiri føroyingar keypa sær húsvogn, og vit á Smyril Line hava tískil gjørt nøkur sertilboð til Skotlands í summar til teir føroyingar, sum ynskja sær uttanlands í egnum húsvogni, sigur Jákup Sverri Kass.