So nógvar milliónir fáa tey kongaligu

85,9 milliónir krónur. Tað er tað, ið Margretha drotning fær frá Fólkatinginum fyri at liva fyri komandi ár. Tað sæst í fíggjarlógaruppskotinum hjá donsku stjórnini fyri 2019, ið bleiv lagt fram í dag. Sambært Ritzau er talan um ein hækking á 1,3 milliónir krónur frá 2018.


Krúnprinsaparið, sum júst er afturkomið frá einari ferð í Føroyum, kunna eisini gleða seg til eina hægri samsýning komandi ár. Sambært uppskotinum fær Fríðrikur krúnprinsur 21,2 milliónir krónur í 2019, ið er 300.000 krónur meira enn í fjør. Krúnprinsessan fær tíggju prosent av upphæddini hjá krúnprinsinum.


Restin av kongahúsinum fær eisini nakrar milliónir at liva fyri. Joakim prinsur fær 3,7 milliónir krónur, fyrrverandi kona hansara Alexandra greivinna fær 2,5 milliónir krónur, Ingolf greivi fær 1,8 milliónir krónur og Benedikte prinsanna fær 1,3 milliónir krónur, sambært Ritzau,


Danska grundlógin tryggjar kongahúsinum eina árliga samsýning og sambært Ritzau er tað siðvenja, at allir flokkar á Fólkatingið góðtaka uppskotið hjá stjórnini um samsýning til tey kongaligu.