Í farnu viku vórðu fleiri verk eftir føroyska listamannin Sámal Joensen-Mikines seld hjá uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen í Danmark.
Størsta verkið var ein oljumálningur við heitinum »Jesus á Ganesaret vatni«. Málningurin var mettur til 100.000 krónur. Tá ið hamarin fall, var hægsta boðið 80.000 krónur.
Trý onnur smærri verk hjá Mikines vórðu eisini seld fyri millum 12.000 og 34.000 krónur. Tvey verk vórðu ikki seld, tí boðið var ikki nóg høgt.
Tað verður ikki upplýst, hvørjir keypararnir eru.