Simon Kvamm, sum er kendur úr bólkinum Nephew og De Eneste To, kann fara í summarferiu uttan at skula venda hvørjari krónu.
Ein rokniskapur, sum júst er almannakunngjørdur, vísir, at Simon Kvamm er verdur fleiri milliónir krónur.
Rokniskapur hansara fyri 2011 vísir, at Kvamm nú kann kalla seg sjálvan multimillioner. Eginkapitalurin í virkinum Walkie Talkie Boy ApS er áljóðandi 7,7 milliónir krónur, og tað eru næstan tvær milliónir fleiri enn árið fyri.
Orsøkin til yvirskotið er ársúrslitið, sum er yvir 1,9 milliónir krónur. Árið fyri var hetta talið 1,3 milliónir krónur. Tað skrivar ekstrabladet.dk.
Simon Kvamm hevði tó fyrst útgoldið 74.000 krónur um mánaðin í løn, og tá hann einans hevur ein persón í starvi, kann roknast við, at tað er tónleikarin sjálvur, sum hevur fingið pengarnir. Sambært rokniskapinum hevur Kvamm eina mánaðarløn, sum liggur um 82.000 krónur.
Til fjølmiðlarnar sigur Simon Kvamm bert, at hann er nøgdur við úrslitið í rokniskapinum.










