So nógv mál blivu skorað í 1. deild

Les um mest skorandi liðini og ringastu verjurnar í næstbestu fótbóltsdeildini

Kappingarárið í næstbestu fótbóltsdeildini, 1. deild hjá monnum, sang sín svanasong leygardagin, tá ið 27. umfar bleiv avgreitt. Hetta hevur als ikki verið mest spennandi kappingarárið í deildini, tí at longu langt áðrenn, at kappingin varð liðug stóð greitt, at EB/Streymur og 07 Vestur fóru at flyta upp í Effodeildina, meðan næstbesta liðið hjá AB og B71 mugu ta tungu leið niður í 2. deild.

 

Komandi dagar fara ymsar hagtalsgreinir at verða lagdar út um árið í næstbestu deildini, sum júst er farið aftur um bak. Hagtølini í dag snúgva seg um, hvussu nógv mál eru skorað og latin inn í deildini. Tilsamans blivu 592 mál skorað í teimum 135 dystunum, ið blivu spældir hetta kappingarárið. Hetta gevur eitt miðaltal, sum sigur 4,38 mál fyri hvønn dyst.

 

Mest málríki dysturin í hesum kappingarárinum varð spældur nú leygardagin, tá ið B71 og 07 Vestur søgdu farvæl við næstbestu deildini í dysti, sum 07 Vestur vann heili 12-1.

 

Endaliga stigatalvan gjørdist hendan:

 

1. EB/Steymur 67 stig

2. 07 Vestur 65 stig

3. FC Suðuroy 54 stig

4. Giza Hoyvík 48 stig

5. NSÍ II 34 stig

6. KÍ II 33 stig

7. Víkingur II 31 stig

8. HB II 30 stig

9. AB II 14 stig

10. B71 13 stig

 

So nógv mál skoraðu liðini:

1. EB/Streymur - 105 mál (3,88 pr dyst)

2. 07 Vestur - 98 mál (3,62 pr dyst)

3. FC Suðuroy - 67 mál (2,48 pr dyst)

4. Giza Hoyvík - 60 mál (2,22 pr dyst)

5. NSÍ II - 59 mál (2,18 pr dyst)  

6/7. KÍ II og HB II - 50 mál (1,85 pr dyst)

8. Víkingur II - 42 mál (1,55 mál pr dyst)

9. B71 - 36 mál (1,33 pr dyst)

10. AB II - 22 mál (0,81 pr dyst)

 

Her sæst, at uppflytararnir báðir vunnu nógvar knúsandi sigrar við nógvum málum. Annars umboða tey skoraðu málini væl ta endaligu stigatalvuna, hóast Víkingur endaði frammanfyri HB, hóast víkingarnir skoraðu átta færri mál. AB II endaði eisini framman fyri B71, hóast sandoyingar skoraðu 14 fleiri mál.

 

Hetta gevur tó meining, tá ið hugt verður eftir, hvussu nógv mál liðini lótu inn.

 

So nógv mál lótu liðini inn:

1. B71 - 98 mál (3,62 pr dyst)

2. NSÍ II - 83 mál (3,07 pr dyst)

3. AB II - 73 mál (2,70 pr dyst)

4. HB II - 69 mál (2,55 mál pr dyst)

5. KÍ II - 67 mál (2,48 pr dyst)

6. Víkingur II - 60 mál (2,22 pr dyst)

7/8 Giza Hoyvík og FC Suðuroy - 40 mál (1,48 pr dyst)

9. 07 Vestur - 34 mál (1,25 pr dyst)

10. EB/Streymur - 28 mál (1,03 pr dyst)

 

Langt var ímillum fýra tey fremstu niður til hini eykaliðini í deildini. Tað sæst á stigatalvuni, men verður enn meira eyðsæð, tá ið hugt verður eftir, hvussu tættar ymsu verjurnar hava verið. Onki løgið er tó í, at eykaliðini fáa nakrar avsmurningar av og á, tí at ofta er tað sera ymiskt, hvussu hesi liðini eru mannað.

 

Tað er eisini vert at leggja til merkis, at tvey lið lótu fleiri mál inn enn AB, sum saman við B71 flutti so syngjandi niður. Hetta prógvar, at tað var fyrst og fremst málskjótingin, sum gjørdi, at næstbesta liðið hjá argjamonnum mugu niður í 2. deild. Tað er tó eisini møguligt, at óansæð hvat eykaliðið hjá AB gjørdi í ár, so hevði liðið flutt niður kortini, tí at í løtuni er sera sannlíkt, at besta liðið hjá AB flytur niður úr Effodeildini og í 1. deild.