Sigurð S. Simonsen, býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at spurningurin um møguliga at hækka pensjónsaldurin og spurningurin um at skapa karmar til tey eldru, eitt nú við møguleikum fyri rørslu, eru spurningar, ið hann, sum formaður í sosialu nevnd kommunurnar, hevur áhuga fyri.
- Tað hevur tí verið ein fragd hetta seinasta árið, at fylgt við eini krevjandi verkætlan, sum einans eldri menn hava arbeitt við, og hava teir fullført setningin sera nøktandi.
Og tað er her, at Sigurð S. Simonsen greiðir frá einari sólskinssøgu, sum hann sjálvur kallar tað. Hann vísir á, at í 2008 byrjaði nýggi tungoljuterminalurin hjá Effo í Fuglafirði sítt virksemi. Í tí sambandi øktist skipaferðslan munandi og harvið tørvurin á loðsflutnings- og sleipitænastum.
- Til at kunna bjóða seg fram at veita hesar tænastur, útvegaði Sp/f Pilot sær ein sleipibát úr Danmark. Báturin er bygdur í 1952, men hevur ein sera sterkan skrokk.
Í hesi vinnu er tað ein sjálvfylgja at vera standby 24 tímar hvønn dag í árinum. Men, frá tíð til aðra kann tað vera sindur langt ímillum uppgávurnar, og tí kann vera trupult at fáa manning sum hevur tørv á fulltíðarinntøku.
Býráðslimurin vísir á, at loysnin hjá Sp/f Pilot bleiv, at pensjóneraðir navigatørar og maskinmenn mannaðu bátin í tveimum vaktum, og ikki kann sigast annað enn, at væl hevur riggað hjá hesum gomlu.
- Men, í 2015 byrjaðu óhappini. Fyrst fekk stýrihúsið ein snudd undir arbeiðsuppgávu við stórum skipi. Hesin skaðin bleiv bráfeingisumvældur. Stutta tíð eftir hetta brotnaði høvuðsmotorurin, og báturin bleiv sostatt óvirkin.
Sigurð S. Simonsen sigur, at eftir umhugsunartíð tók reiðaríið avgerð um at høvuðsumvæla bátin. Ein slík umvæling verður vanliga gjørd á einari vælútgjørdari skipasmiðju - og av væl útbúnum fólki.
Í hesum førinum hevði reiðaríið tó so mikið stórt álit á manningini, at henni varð litið uppgávuna í hendi. Tó skal sigast, at skipasmiðjan á Skála setti gearið og aksilin, umframt síðuskrúvuna, í bátin.
- Men, alt avmonteringsarbeiði omandeks, stýrihús, ruff, kaising og annað, alt avmonterings arbeiði undir dekki, høvuðsmotorur, rør, leiðingar og annað avgreiddi manningin sjálv.
Býráðslimurin vísir á, at síðan varð farið undir at byggja uppaftur. Nýggjur høvuðsmotorur og nýggjur hjálpimotorur, við øllum tilhoyri, varð sett í. Nýtt brúkt stýrihús varð “smíðað” inni í skúrinum hjá Sandgrevstri og gjørt sum nýtt og tillagað Pilot.
- Ja, í roynd og veru er alt nýtt uttan sjálvur skrokkurin, sigur hann.
Sigurð S. Simonsen sigur seg ikki vita um aðra skipsmanning, sum við so høgum miðalaldri røkir so krevjandi siglingsuppgávu og so nøktandi, sum hesir menninir gera.
- Enntá minni veit eg um at siga, at ein so umfatandi heildarumvæling av einum skipi í hesari stødd er framd av monnum, ið allir eru væl oman fyri pensiónsaldur.
Nøvnini á hesum monnum eru: Gordon M. Petersen (73 ár), Sigurd Petersen (73), Pól Jákup Lundsbjerg (75), Oddbjørn Neshamar (75), Símin Abrahamsen (77), Margeir Toftegaard (72) og Jann Toftegaard (68).
- Eg vil geva hesum monnum eitt væl uppiborið herðaklapp, nú Pilot siglir so fríð og vøkur á fjørðinum - við meira enn tvífaldaðari tóvmegi enn frammanundan - og við somu manning umborð, sigur Sigurð S. Simonsen.