Mamadou Sakho sleppur neyvan upp í part aftur í Liverpool, har hann og Jürgen Klopp ikki hava funnið væl út av tí síðani hann varð útilokaður frá hópinum eftir at hann ikki yvirhelt møtitíðir og aðrar skyldur.
Franski verjuleikarin varð sendur niður á næstbesta liðið, men seinastu tíðina hevur hann verið útleigaður til Crystal Palace. Har hevur hann staðið seg væl, og Crystal Palace hevur lyft seg upp um niðurflytingarstrikuna í Premier League.
Hóast góðu avrikini í Crystal Palace, so tykist tað púra greitt, at hann ikki sleppur aftur á vøllin fyri Liverpool. Blaðið Liverpool Echo sigur seg vita, at Liverpool fer at krevja upp ímóti 260 mió. kr. fyri 27 ára gamla verjuleikaran.
Liverpool keypti Mamadou Sakho úr franska PSG í 2013. Keypsprísurin tá var 18 milliónir pund, sum í dag svarar til 156 milliónir krónur.










