So nógv kostar Messi

Tað skal ein risa stór upphædd til, um hann skal keypast leysur úr FC Barcelona.

Tað hevur leingi ligið í luftini, og í gjáramorgun hendi tað so loksins – nevniliga, at argentinska stjørnan, Lionel Messi, longdi um sáttmálan við FC Barcelona. Sáttmálin er nú galdandi fram til 30. juni 2021.


Um nakar skal gera sær vónir um at keypa Lionel Messi leysan úr FC Barcelona, so verður tað ógvuliga dýrt fyri viðkomandi felag. Í nýggja sáttmálanum stendur nevniliga, at Lionel Messi kostar 5,21 milliardor krónur.


FC Barcelona er vorðið tiltikið fyri høgar prísir. Í summar seldi felagið Neymar fyri methøgan prís til PSG, nevniliga fyri 1,65 milliardir krónur, og tríggjar vikur seinni keypti FC Barcelona Ousmane Dembélé úr Borussia Dortmund fyri 781 milliónir krónur. Hann er harvið næstdýrasti spælarin saman við Paul Pogba.


30 ára gamli Lionel Messi sigur við heimasíðuna hjá FC Barcelona, at hann kennir seg heima í felagnum, og at tað er ein dreymur hjá honum at sleppa at spæla restina av yrkisleiðini við FC Barcelona.