Liverpool-stjørnan, Philippe Coutinho, hevur í longri tíð verið settur í samband við FC Barcelona, og í gjár gjørdist tað loksins alment, at skiftið fer fram. FC Barcelona rindar smáar 900 milliónir krónur fyri hann, og prísurin kann fara heilt upp á 1,2 milliardir, alt eftir hvussu Coutinho stendur seg í spanska felagnum.
Philippe Coutinho er komin til Barcelona, og hann verður kunngjørdur á einum tíðindafundi í morgin. FC Barcelona upplýsir, at tað er ætlanin at skriva undir ein fimm og eitt hálvt ára langan sáttmála, og at hann tískil bindur seg til felagið fram til 2023.
FC Barcelona hevur gjørt sítt fyri, at tað ikki verður bíligt at keypa Philippe Coutinho frá teimum aftur. Í nýggja sáttmálanum við FC Barcelona fer nevniliga eitt prísskelti at vera, og tað verður áljóðandi einki minni enn 2,97 milliardir krónur. Tað skrivar spanska felagið sjálvt á heimasíðu sínari.
Philippe Coutinho er longu við skiftinum til FC Barcelona næstdýrasti fótbóltsspælarin í heiminum. Tann dýrasti er landsmaðurin, Neymar, sum síðsta summar skifti úr FC Barcelona til franska PSG fyri 1,68 milliardir krónur.