So nógv kosta teir bestu fótbóltsspælararnir

Serfrøðingar í ítróttarbúskapi hjá brasilska felagnum Pluri Consultoria hava mett um, hvussu nógv teir bestu fótbóltsspælararnir í heiminum kosta.

 

Ovast á listanum, har 60 spælarar eru á, stendur heimsins besti fótbóltsspælari seinnu árini, Lionel Messi, og hann er sambært serfrøðingunum munandi dýrari enn tann næsti spælarin á listanum, Cristiano Ronaldo.

 

Bert ein norðurlendingur er á listanum, og tað er svenskari Zlatan Ibrahimovic. Hóast hann er blivin 31 ára gamal, verður prísurin á honum mettur til 242 milliónir krónur.

 

Her eru teir 20 ovastu á listanum:

1. Lionel Messi (Argentina), 25 ár, Barcelona, 1.040 milliónir krónur

2. Cristiano Ronaldo (Portugal), 27, Real Madrid, 718 mió. kr.

3. Andrés Iniesta (Spania), 28, Barcelona, 509 mió. kr.

4. Wayne Rooney (England), 27, Manchester United, 448 mió. kr.

5. Falcao (Kolumbia), 26, Atlético Madrid, 418 mió. kr.

6. Neymar (Brasil), 20, Santos, 410 mió. kr.

7. Sergio Aguero (Argentina), 24, Manchester City, 400 mió. kr.

8. Cesc Fabregas (Spania), 25, Barcelona, 380 mió. kr.

9. David Silva (Spania), 26, Manchester City, 380 mió. kr.

10. Mesut Özil (Týskland), 24, Real Madrid, 328 mió. kr.

11. Eden Hazard (Belgia), 21, Chelsea, 325 mió. kr.

12. Angel Di Maria (Argentina), 24, Real Madrid, 325 mió. kr.

13. Karim Benzema (Frankland), 24, Real Madrid, 317 mió. kr.

14. Thiago Silva (Brasil), 28, PSG, 302 mió. kr.

15. Sergio Busquets (Spania), 24, Barcelona, 298 mió. kr.

16. Gerard Piqué (Spania), 25, Barcelona, 294 mió. kr.

17. Hulk (Brasil), 26, Zenit St Petersburg, 293 mió. kr.

18. Gareth Bale (Wales), 23, Tottenham, 290 mió. kr.

19. Mario Gomez (Týskland), 27, Bayern München, 290 mió. kr.

20. Juan Mata (Spania), 24, Chelsea, 288 mió. kr.