Eftir at hava verið undir stórum trýsti fekk Julen Lopetegui sekkin í Real Madrid mánadagin, har 52 ára gamli spaniólin einans náddi at vera venjari í góðar tríggjar mánaðir.
Tað hevur ikki verið heilt ókeypis hjá Real Madrid at siga Julen Lopetegui úr starvi, sum hevði gjørt ein trý ára sáttmála við høvuðsstaðarfelagið, har árslønin lá um 45 milliónir krónur.
Nú er komið undan kavi hvat Julen Lopetegui fær við sær úr Real Madrid. Spanska blaðið AS sigur seg vita, at hann fær hálvt ára uppsagnarløn. Tað svarar til 22,35 milliónir krónur.
Fyribils er Santiago Solari venjari hjá Real Madrid. Tað er møguleiki fyri, at hann verður settur í fast starv, men sambært veddingarfyritøkum, so eru Roberto Martinez og Mauricio Pochettino eisini góð boð.










