So nógv fiskaðu línuskipini í 2020

Frystilínuskipið Klakkur hevði nógv størsta veiðivirði í 2020, tó at teir høvdu nøkur fá tons færri enn Jógvan I.

 

 

Tað er ikki bara sum at siga tað at leita í veiði-og virðishagtølum hjá Vørn og borðreiða tey á rættan hátt. Eitt er uppgerð eftir vektarseðlum, og eitt annað er uppgerðin í veiðivirði. Men, veiðivirðið sært tú ikki, fyrr enn veiðan er seld, og nú vit hava fleiri frystiskip á línuveiði, kann ein last vera landað, men ikki seld. Tískil kann vera skjótt at fara skeivur, serliga tá gjørt verður upp rundan um ársskiftið.

In.fo hevur hugt eftir hagtølum yvir gongdina hjá línuskipum í júst farna ári. Línuskipini eru nógv í tali, og her hava nógvir menn sína hýru og sítt lívsgrundarlag.

Sambært hagtølum hjá Vørn er tað frystilínuskipið Jógvan I, sum hevði størstu veiðinøgdina í 2020, 1871 tons tilsamans. Teir vóru til fiskiskap í 334 dagar í undanfarna ári. Skipari er Heri Henriksen í Klaksvík. Á øðrum plássi í veiðinøgd er Klakkur, sum í fleiri ár hevur roynst drúgvur og hevur ligið í oddinum innan føroyska línuveiði. Klakkur fiskaði í fjør 1808 tons, harav tey 1.661 tonsini í uppgerðini hjá Vørn eru seld.

Í uppgerðini yvir vektarseðlar eru eisini 146 tons, sum Klakkur fekk á seinasta túri í 2020, men sum í uppgerðini yvir veiðivirði ikki eru seld. Tó er hesin seinasti túrurin við í uppgerðini yvir samlaðu veiðinøgd, men veiðivirðið hjá Klakki fyri 2020 verður nakað størri, enn tað er í uppgerðini, sum er við í hesi grein.

##med2##

Hóast Jógvan I hevur fiskað nøkur fá tons fleiri enn Klakkur í 2020, er veiðivirðið hjá Klakki munandi størri enn hjá Jógvani I. Í uppgerðini hjá Vørn hevur Klakkur nevniliga fiskað fyri 38,4 miljónir krónur, og tá eru tey 146 tonsini, sum teir fingu á seinasta túri í 2020, ikki tikin við. Veiðivirðið hjá Jógvani I í 2020 var 33,3 miljónir krónur.

Tá hugt verður eftir, hvør veiðan hjá Jógvani I og Klakki er í farna ári, sæst, at nøgdin av toski hjá Jógvani I er 653 tons, meðan Klakkur í sama tíðarskeiði hevur fiskað stívliga 1000 tons av toski. Klakkur slapp nevniliga at fiska eina kvotu, sum Thor í Hósvík átti á Flemish Kap, aftrat egnum kvotuparti.

Toskurin hevur havt hampiligan prís, tó at koronu-farsóttin hevur sett síni spor í 2020. Hinvegin hevur stórt fall verið í prísunum á brosmu og longu, sum var ein stórur partur av veiðini hjá Jógvani I í fjør. Parturin av longu og brosmu hjá Jógvan I var sløk 860 tons, meðan Klakkur hevði sløk 400 tons av somu fiskasløgum, og hetta er saman við toskinum hjá Klakki helst høvuðsorsøkin til munin í veiðivirðinum hjá skipunum í 2020.

##med3##