So nógv fingu tey

Tær størstu játtanirnar, sum komu upp á aftur við triðju viðgerð, var fólkaskúlin, sum fekk 2,5 milliónir. Miðnámsútbúgvingarnar fingu 1,6 millión upp á aftur, og Fróðskaparsertrið fekk 1 millión upp á aftur. Mentamálaráðið fekk tilsamans yvir 6 milliónir upp á aftur.

Landssjúkrahúsið fekk 3 milliónir, eftir at fíggjarnenvdin eisini hevði skorið har. Tískil er ongin skerjing í landssjúkrahúsinum í mun til upprunaliga uppskotið hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri.

Serforsorgin fekk 3,5 milliónir afturat í mun til ætlaðu sparingarnar hjá fíggjarnevndini.

Eldrarøktin: Fíggjarnevndin mældi til at spara 6 milliónir í eldrarøktini, men har komu 2 milliónir upp á aftur, og tískil er sparingin á eldrarøktini 4 milliónir.

Innlendismálaráðið fekk 2 milliónir skornar burtur í álitinum frá fíggjarnevndini, men har kom ein hálv millión afturat, soleiðis at sparingin nú er 1,5 millión í innlendismálaráðnum.

Almanna- og heilsumál: Yvir 13 milliónir komu upp á aftur hjá Hans Paula Strøm. Tað var eisini har, at fíggjarnevndin framdi tær størstu skerjingarnar.

Í Olufyrisitingini ætlaði fíggjarnevndin at spara 1 millión, men tann sparingin er farin niður á hálva millión.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk 500.000 krónur upp á aftur, og Fjarskiftiseftirlitið fekk 300.000 krónur.