1. juni í ár var fólkatalið í Føroyum 50.142 fólk.
Tað eru 740 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.
Vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 279, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini nettoflyting á 461, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting millum Føroyar og útlond.
Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið nú 28 størri, nettoflytingin 120 størri, og sostatt er fólkavøksturin 148 fólk størri hetta 12-mánaðarskeiðið enn tað undanfarna.