Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul. Allir átta miðlarnir, sum søktu um miðlastuðul, hava fingið umsóknina játtaða av Miðlastuðulsnevndini.
Soleiðis er býtið millum teir átta miðlarnar:
Sosialurin: 768.462 krónur
Dimmalætting: 230.499 krónur
FM1: 199.625 krónur
Norðlýsið: 195.025 krónur
R7 Kringvarp: 195.025 krónur
Portal.fo: 190.338 krónur
VP.fo 172.656 krónur
JN.fo: 48.220 krónur
Hetta er aðru ferð, at Miðlastuðulsnevndin letur miðlastuðul, og er endamálið at hesin stuðul skal økja um útboðið av miðlum og margfeldi teirra. Miðlastuðulsnevndin skrivar m.a. soleiðis í tíðindaskrivi:
- Til ber at staðfesta, at somu miðlar, sum fingu stuðul í fjør, framvegis virka á føroyska miðlapallinum, og tískil kann hugsast, at miðlastuðulin er ein viðvirkandi orsøk til, at talið á miðlum ikki er minkað seinasta árið.
Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd áljóðandi 40 prosent av árligu játtanini á fíggjarlógini býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar. Harumframt verða 60 prosent av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.