Nú skal Sernámsdeplin skal spara, tí tey hava veitt ov nógvar stuðulstimar. Um serøkið brúkar meira enn játtað er, ber ikki til at játta meir.
Men so alla tíð at hoyra uppá, at nú skal sparast, tí at tey fáa ov nógv. Men tunnlar mugu vit hava.
Eg spyrji bara, hví kann serøkið ikki fáa ein kjekk á hvørjum ári, hvar stjórin sjálvur ásetur upphæddina. So at okkara børn, ið bera brek fáa alla ta hjálp, sum til ber at fáa. Tað er bílligari í hinum endanum.
Hvat gera tey í samgonguni? Øll hava lovað gull og grønar skógir seinansta løgtingsval, men hvat hendir??? svar: ONKI
- Svimjihyllurin sum var á hvørjum politiskum fundi er ikki liðugur enn. Sagt verður, at hann verður liðugur til skúlarnar byrja aftur. (Onki árstal er ásett.) Men tað er sagt í fleiri ár. Har eru ikki stórar broytingar, síðani vit vóru har í desember í 2007 saman við Sosialinum. Tað hevði verið stuttligt at havt myndir í blaðnum hvørja viku. Finn 5 feilir.