- Um okkara arbeiði er so umráðandi, at tað stendur um lív, tá vit ikki eru har, so mugu vit jú fáa treytir har eftir, sigur Annika Hoydal, nú atfinningar fyrr í dag komu frá Landssjúkrahúsinum.
- Tað stendur um lív á Landssjúkrahúsinum. Tað segði Ann Danielsen serlækni í kvinnusjúkum við info fyrr í dag. Nú er verkfallið av, men kortini standa atfinningarnar eftir um, at tað er óforsvarligt av pørtunum í málinum at lata støðuna koma so langt út, at tað kann standa um lív hjá kvinnum og børnum.
Les eisini: Lækni: Spurningur um tíð áðrenn onkur doyr
Hesar atfinningar vísir Annika Hoydal, forkvinna í felagnum hjá ljósmøðrunum frá sær. Hon sigur, at tað er sera óheppið, at hetta skuldi koma so langt, men kortini hava ljósmøðrarnar einki annað val enn at brúka tey amboð, sum tær hava rætt til at brúka.
- Um vit eru so umráðandi, at tað stendur um lív, tá ið vit ikki eru har, so eiga vit jú at fáa treytir og løn har eftir, sigur Annika Hoydal.
Í hesum verkfallinum hava fleiri politikarar víst á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu seta tiltøk í verk so, at slíkar støður, har tað kann gerast beinleiðis vandamikið í einum verkfallið, ikki henda aftur. Og hetta skilur Annika Hoydal væl.
Les eisini: Eingin ljósmóður eftir á føðideildini
- Vit eru sjálvandi sinnaðar at gera okkara til at fáa ein modernaðarn arbeiðsmarknað, har eingin føroyingur skal vera bangin. Sjálvandi vilja vit tað. Men bólturin liggur ikki hjá okkum. Tí skal man gera øðrvísi mannagongdir, so má man eisini tryggja teir ymisku fakbólkarnar og harvið okkum eisini, sigur Annika Hoydal.
Hon vísir á, at fyrr vóru ljósmøðrar tænastumenn, og sostatt høvdu tær ikki rætt til at fara í verkfall. Men tað skipanina valdi landið at fara frá, og nú hava tær somu treytir sum allir aðrir fakbólkar.
- Tað merkir væl, at man ikki heldur vit eru so lívsneyðugar. Heldur man kortini vit eru tað, so mugu vit hava treytir har eftir, sigur hon.