Í gjár vóru 34 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað eru 29 færri enn fríggjadagin, tá staðfestir vórðu 63 tilburðir.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
1088 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 415 smittað, fimm eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.