Flutningsfelagið Norlink bjóðar kundum sínum hurð til hurð tænastu, bæði tá tað snýr seg um flogfrakt og sjófrakt.
Norlink sendir og heintar um allan heim og tollavgreiðir og koyrur vøruna til dyrnar.
Døgntænasta
Aðalmálið er greitt. Tá tað snýr seg um frakt, so skal tað vera so lætt hjá kundanum, sum gjørligt.
- Vit hava eina døgntænastu 7 dagar um vikuna, sigur Johan Simonsen, stjóri í Norlink.
Norlink vendir sær til smærri og miðalstórar fyritøkur. Umframt sjálvan flutningin á sjógvi, landi og í luftini, so avgeiðir Norlink eisini alt papírarbeiðið, fyri at lætta um hjá kundanum. Hetta er sjálvsagdur partur av tænastuni.
Skræddaraseymað
- Norlink Cargo Express er ein vøruflutningsfyritøka, ið veitir bæði standard og skraddaraseymaðar flutningsloysnir, við serkunnleika til loft- og sjóvegis farmaflutning. Norlink Cargo Express vil veita samantvinnaðar flutningsloysnir, sum tryggja bestu góðskuna, besta kappingarførið og úrslitið fyri hvønn einstakan flutning, sigur Johan Simonsen, stjóri, ið fegnast um, at fyritøkan, ið hevur hálvt triðja ár á baki, stendur í stórum vøkstri.
FAKTA
Virksemið hjá Norlink fevnir um:
Útgreining, skjalaavgreiðslu, tolling og avgjaldsáseting, útflutning og intrastatfráboðan, ráðgeving viðv. lógum og reglum í sambandi við inn- og útflutning, heinta og avhenda sendingar, eftirlit við sendingum, verkætlanarleiðsla og samskipan av veitingum – útveiting (outsourcing) av allari vørustreymasamskipanini (logitstikkini), soleiðis at einstaka fyritøkan kann frígeva tíð og orku at savna seg um sínar egnu kjarnuførleikar.
Norlink er væl og virðiliga umboðað kring knøttin sum virkin samstarvsfelagi í heimsumfevnandi U-freight samstarvinum. Harumframt hevur felagið sterk bond til førandi flogfeløg og reiðarí.
Allar uppgávur fara fram í samsvari við NSAB2000.
NSAB (Nordisk Speditørsforbunds Almindelige Bestemmelser)