Fótbóltur
Víkingur hevði ikki tapt í átta royndum undan heimadystinum í gjárkvøldið, og fyrstu løtuna var ikki nakað sum helst, sum bendi á, at teir skuldu lúta hesaferð.
Frá fyrsta bríksli herjaðu teir á málið hjá B68, og hóast talan ikki gjørdist um teir heilt opnu møguleikarnar, so vóru vandastøðurnar somikið nógvar, at tað bara tóktist vera ein spurningur um tíð, áðrenn Vlada Filipovic noyddist inn í málið eftir bóltinum.
Tóku ferðina av
Toftamenn vóru undan dystinum sera skerdir í verjupartinum, har Arnbjørn Danielsen var leikbannaður og har Øssur Hansen var smáskaddur.
Tað gjørdi sjálvandi sítt til, at verjuspælið var óskipað fyrstu løtuna, men eftir fyrsta korterið fingu teir betri tak á í so máta. Fremsta vápnið í hesum var at taka ferðina púrasta úr dystinum, og har næst ráddi um at ansa Andreas av Lava. Nakað sum eisini eydnaðist, tó at Pól Jóhannus Justinussen átti at fingið ostaflísini longu eftir góðum minutti, tá hann púrasta klárt sparkaði beinini undan gjøgnumbrotssterka leirvíkinginum.
Men ferðin kom niður, og so hevði Víkingur sjáldan nakað móttrekk. Heldur skapti hetta frustratiónir í spælinum hjá heimaliðnum, har bólttapini á miðvøllinum vóru óvanliga nógv, og har tað tí ongan tíð veruliga eydnaðist at etablera nakað trýst aftur í dystinum.
Toftamenn høvdu hinvegin kanska ikki ta stóra trýsti, men teir arbeiddu seg javnt og samt inn í dystin.
Ikki minst var tað ein fragd fyri eyga at síggja bólttryggleikan hjá Jóan Símun Edmundsson, sum støðugt heldur á fram at prógva, at hann er ein tann evnaríkasti spælarin í føroyskum fótbólti í dag.
Hartil tykist Jann Ingi Petersen veruliga at hava tikið taktstavin á miðvøllinum, har bólttapini ikki vóru tey heilt nógvu, og tí slapp Víkingur heldur ikki til teir løttu kjansirnar í dystinum.
Avgerðin kom tíðliga í seinna hálvleiki. Uppspæl í høgru endaði við føturnar hjá Kristian Anton Andreasen, sum langaði til. Geza Turi hálvbjargaði royndini, men Brian Andresen stóð til reiðar við returinum.
Og tað kundi sum so eisini blivið til meira enn tað eina málið. Jóan Símun hevði fínt gjøgnumbrot ta einu ferðina, men Geza Turi kláraði akkurát at spurta aftur, tá bólturin varð lobbaður upp um hann, og í einum øðrum føri hevði B68 bóltin í netinum, men linjuverjin hevði so eisini flaggið upp um sama mundið.
Filmaði seg til gult
Tað vísir seg ofta, at hevur tú fyrst sett ferðina niður, so er trupult at broyta hana, og hetta mátti Víkingur eisini ásanna.
Heilt uttan møguleikar vóru teir tó ikki eftir steðgin. Zoltan Bukzegy hevði eitt framúr gjøgnumbrot í høgru, og ta einu ferðina mundu tey flestu bara bíða, til dómarin bríksliga fyri brotssparki, tá Lava-maðurin varð togaður niður í brotsteiginum.
Men tað var tó merkisvert, at tað gekk so long tíð, áðrenn spælið hjá vertunum varð umskipað. Tá alt annað kiksar, so plaga eini hyggjuráð vera at oysa bóltar inn í brotsteigin. Her hevur Víkingur eisini fleiri góð vápn í stórum og sterkum verjuspælarum, sum kundu verði fluttir fram í álopið, men tað varð tó ikki gjørt fyrr enn tíðin av álvara var farin at halla.
Hetta skapti eisini onkrar møguleikar, og nærmast vóru teir við, tá Hans Jørgen Djurhuus fluktaði hornasparksinnlegg á stólpan.
Og so eydnaðist tað gestunum at dríggja seinastu minuttirnar avstað. Og so bilti tað minni, at Brian Andresen fekk gult kort fyri ringan ítróttaranda, tá hann royndi at filma Niclas Niclasen til reytt kort, meðan bæði bonkurin og Jóan Símun fingu gult fyri at koyra bóltin burtur í eini roynd at fáa nøkur sekund at ganga.
Stigini komu til høldar, og við hesum er B68 so at siga burtur úr niðurflytingarvandanum.
Hjá Víkingi var talan hinvegin um eina striku í rokningini. Soleiðis sum kvøldið gekk, so hevði ein sigur lyft teir upp á silvurplássið, men í dag mugu teir heldur nipnir ásanna, at talvan sigur fimm og ikki tvey.