So loysir tú trupulleikarnar við bróstinum

Bringan, boppurnar, bróstini ella til og við júgurini ella melónirnar. Mong eru nøvnini hjá teimum kæru bróstunum. Og týdningarmikil eru tey  bæði fyri kvinnurnar sum bera tey, menninar sum tokkast teimum og børnini sum liva av teimum.

Frá tí at bróstini byrja at spíra í 11-12 ára aldrinum eru tey ein partur av kroppinum sum allarflestu konufólk eru glað fyri. Men ikki allar. Summi bróst gevast ikki at veksa og gerast ein alt størri byrða at bera. Hinvegin eru tað summi, sum slettis ikki byrja at veksa, og gerst tað eisini ein byrða  tó ikki ein fysisk.
Bróstini útsetast fyri nógvum broytingum gjøgnum lívið. Ein tekur uppá og tapur seg, gerst við barn og gevur bróst. Hetta ger alt, at tey fyrr so vælformaðu og føstu bróstini gerast alt meira lík einum húðsekki.
Eftirsum bróstini ofta eru so tengd at myndini vit hava av okkum sjálvum sum kvinnur, er tað týdningarmikið, at tey eru í lagi. Tí er tað ofta at vit velja operatión, um bróstini ikki eru, so sum vit vilja hava tey at vera.
Nógv verður, bæði í sjónvarpi og bløðum, tosað um at fáa sær størri bróst við silikon. í 1960-unum, tá gjørligt var at fáa sær silikon í bróstini, vóru tað mest kend úr Hollywood og transvestittar, sum fingu sær hetta. Nú er hetta vorið nakað í vanlig fólk eisini unna sær, og prísirnir eru yvirkomuligir.
Hóast tað so eru tað vandar við hesari skurðviðgerð. Bruni kann koma í, silikonið leka út og vevnaðarísetin kan gerðast harður. Eisini hendir tað, at ísetin kann venda sær inni í bróstinum, og at nýggj skurðviðgerð má gerast.
Flestu føroyingar, sum hava gjørt hetta, hava antin verið í Danmark ella Ìslandi á privatum sjúkrahúsið.
Minka bróstini
Skurðviðgerðin fyri at minka bróstini verður gjørd í Føroyum. Og eru tað rættiliga nógvar føroyskar kvinnur sum hava gjørt hetta.
Ofta eru tað trupulleikar við rygginum, nakkanum og herðunum, íð liggja aftanfyri, at ein vil minka bróstini. Eisini kann tað verða torført at finna klæði og at íðka ídrótt.
Flestu konufólk, íð hava gjørt hetta, verða fyrst biðin um at tapa seg. Um truppulleikin enn er stórur, tá ein hevur tapt seg, verður farið undir skurðviðgerð.
Vanligt er, at ikki ber til at geva bróst, aftaná at ein hevur minkað bróstini.