So leyp alt á bláman

Nólsoyingar duga at hugna sær sum fá. Hetta góðveðurskvøld lupu bæði kvinnur, menn og børn á bláman, og onnur hugnaðu sær í bátum.

Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl tey duga at hugna sær í Nólsoy, tó at bygdin bert telur stívliga 200 fólk.

 

Hetta góðveðurskvøld fyrst í vikuni lupu bæði kvinnur og menn á bláman, og onnur hugnaðu sær í bátum í góðveðrinum.

 

Nakrar kvinnur hava í eina tíð svomið regluliga á sjónum í Nólsoy, og við longum millumbili hava onkrir menn eisini verið við. 

 

Men, hetta góðveðurskvøld vóru bæði kvinnur, menn og børn - yngri og tilkomin - á Malarenda og hugnaðu sær saman.

 

Tey flestu svumu á sjónum, og onnur stuttleikaðu sær í árabáti, og hetta kvøldið vóru eisini onnur við enn "harða" kjarnan í bygdini.