So letur Oyrahandilin upp í morgun

Tá Oyrahandilin á Toftum letur upp aftur í morgun klokkan 10, verður tað borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, ið letur dyrnar upp fyri almenninginum.

Í ovastu hæddini eru handlarnir, Navia og Insito, sum selur klæðir til gentur og kvinnur, og her er eisini kafé. Í miðhæddini eru skrivstovur, og í kjallaranum goymsla.

Tá borgarstjórin hevur latið dyrnar upp og hevur sagt nøkur orð, verður eitt listarverk avdúkað klokkan 10.45. Listarverkið byggir á teir báðar stóru steinarnar, ið eru beint niðanfyri, har gamla Effo-støðin var.

Tað er Maria Rasmussen, ið hevur verið verkætlanarleiðari í samband við hetta listarverk, men einar seksti kvinnur í kommununi, bæði yngri og eldri, eiga sín lut í arbeiðnum.

Forvitnisligt verður at síggja, hvat hesi øll fólk hava fingið burtur úr, og hvat fer at spyrjast burtur úr, tá alt er sett saman á hesum báðum steinunum.

Men, skráin fyri tiltakið í Oyrahandlinum endar ikki her, tí klokkan 11.10 fer Haldor Gaardbo at hugleiða um gamla Oyrahandilin, og klokkan 11.20 verður greitt frá um listarverkið.

Portalurin kann avdúka so mikið, at annar steinurin fer at ímynda sjólív, og hin verður ein ímynd av kristnu virðunum og samanhaldinum í kommununi.

Tað var tann tíð, tá D.P.Højgaard-brøðurnir høvdu nógv virksemi í Oyrunum og umborð á skipunum. Í fimmtiárunum vóru tað ikki færri enn 420 fólk, sum arbeiddu í Oyrunum og út frá Oyrahandlinum á Toftum.